Back to All Events
Í sambandi við stovnanina av Sjókovanum 30. mars, ynskja vit at bjóða øllum áhugaðum vælkomnum inn á gólvið. Vit fara at greiða frá virksemi og framtíðarætlanum okkara, og samstarvið okkara við sjófeingisfyritøkur og granskingarstovnar. Eisini verður høvið til eitt prát og ábit.
Skráset teg til tiltakið her:
Skráin:
Vælkomin: Niels Winther, nevndarformaður
Sjókovin og Ocean Cluster Faroes: Endamál og virksemi, Unn Laksá, stjóri
Ávirkanin av Covid-19 á fiski-og alivinnuna: Tilgongd og fyribils niðurstøður, Sjókovin
Gagnnýtsla av hagtølum og vitan frá fiskiveiðu og gransking: Hjálmar Hátún, Havstovan og Sjókovin
Ábit og prát
Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á 558500 ella sjokovin@sjokovin.fo