Menning og royndarsmakking av virðisøktum fiskavørum
Nov
9

Menning og royndarsmakking av virðisøktum fiskavørum

Mikudagin 9. novembur kl. 14 verður forkunnugt høvi at royndarsmakka nýggjar vørur úr fiski, ið tríggjar fyritøkur hava framleitt. Tá verður aftur eitt Ocean Cluster Faroes tiltak á Bátasavninum í Leirvík, har dentur verður lagdur á menning av virðisøktum fiskavørum. Umframt tríggjar framløgur um møguleikar og avbjóðingar í mun til at fáa nýggjar vørur út á marknaðin, verður eisini borðreitt við fiskasuppu, fiskakipsum, heilsugóðum fiskaproteinsopa, svartkjaftakostískoyti, fiskawraps og frystiturkaðum hýsubitum.

Stórir møguleikar eru at menna virðisøktar vørur burturúr stóra livandi tilfeinginum í sjónum, men sigast má, at vit av ymsum orsøkum í stóran mun í Føroyum ikki hava gagnnýtt hesar møguleikar til fulnar. Á næsta tiltakinum hjá Ocean Cluster Faroes seta vit sjóneykuna á vørumenning av nýggjum vørum úr fiskatilfeinginum til brúkaran og nakrar ítøkiligar ætlanir hesum viðvíkjandi.  

Á tiltakinum koma umboð fyri tríggjar fyritøkur at greiða frá, hvussu tær arbeiða við vørumenning og hvørjar ætlanir tær hava at koma út á marknaðin við nýggjum vørum.  

Jan Petersen, stjóri á Primafisk, sum í nógv ár hevur framleitt ymisk sløg av vælkendu fiskapylsuni, umframt aðrar fiskavørur, kemur at greiða frá tilgongdini at menna nýggjar vørur. Hann fer at tosa um nøkur av hugskotunum, hann hann arbeiðir við, og fer at hugleiða um hvat skal til at koma frá hugskoti til markna.  

Niclas Allan Davidsen, stjóri í fyritøkuni NAD Seafood fer at greiða frá teirra framleiðslu av  frystiturkaðum fiskavørum. Hann fer at greiða frá hugskotum til nýggjar vørur; týdninginum av einum góðum rávørugrundarlagi við javnari góðsku, umframt hvat skal til fyri at flyta seg frá royndarframleiðslu til vinnuliga framleiðslu, og hvørjar avbjóðingar eru á leiðini.  

Eirikur á Húsamørk, stjóri á Høvdavirkinum, kemur at greiða frá møguleikunum at framleiða kostískoyti úr fiskaproteinum. Hann fer at greiða frá føðsluvirðinum á vørunum, umframt hvørjar ætlanirnir Høvdavirkið hevur á økinum, og hvørjar avbjóðingar eru á leiðini á marknaðin.

Sum altíð, verður høvi til eitt prát og ein drekkamunn eftir tiltakið, sum verður á Bátasavninum í Leirvík. Á tiltakinum hesuferð verður forkunnugt høvi at síggja og royna nýskapandi vørurnar, ið fyritøkurnar framleiða. Millum annað verður borðreitt við fiskasuppu frá Primafisk, fiskakipsum, heilsugóðum fiskaproteinsopa,  svartkjaftakostískoyti, fiskahotdogs og frystiturkaðum hýsubitum.   
 
Øll eru vælkomin. Boða frá luttøku niðanfyri

View Event →
Framløga av nýggjum teldutøkum undirvísingartilfari til fólkaskúlan</a>
Sept
6

Framløga av nýggjum teldutøkum undirvísingartilfari til fólkaskúlan

Nám, Tøkni og Sjókovin eru júst liðug við verkætlan at gera teldutøkt undirvísingartilfar um burðardygga fiski- og alivinnu. Tilfarið er nú klárt at brúka í fólkaskúlanum. Á hesum tiltakinum verður tilfarið lagt fram, umframt at greitt verður frá tilgongdini og samstarvinum millum partarnar. Rannvá Hansen frá Námi kemur at greiða frá tilgongdini til verkætlanina og hvussu Nám samstarvar við uttanhýsis partar. Síðani kemur Ólavur Ellefsen frá Tøkni at leggja fram um nýtslu av Tøkni í undirvísingarhøpi, áðrenn Unn Laksá fer at greiða frá hví Sjókovin ynskir at menna undirvísingartilfar og leggja tilfarið fram. At enda verður stuttfilmurin Pápi mín er fiskimaður, sum er framleiddur av MSC og føroyskaður í sambandi við hesa verkætlanina, vístur. Sum altíð, verður høvi til eitt prát og ein drekkamunn aftaná tiltakið. Øll eru vælkomin og neyðugt at melda til her.

View Event →
Handfaring av fiski umborð: Búskaparligar og mikrobiologiskar avleiðingar
Nov
4

Handfaring av fiski umborð: Búskaparligar og mikrobiologiskar avleiðingar

Á hesum tiltakinum, setir Ocean Cluster Faroes sjóneykuna á týdningin av rættari handfaring av fiski og ávirkanina á góðskuna. Starvsfólk frá Vaðhorn Seafood og PRG koma at greiða gransking teirra um týdningin av at veiddur fiskur verður handfarin rætt. Búskaparligu og mikrobiologiskar avleiðingar sum standast av vánaligari handfaring vera umrøddar.

View Event →
Opið hús í Sjókovanum
Jun
17

Opið hús í Sjókovanum

Í sambandi við stovnanina av Sjókovanum 30. mars, ynskja vit at bjóða øllum áhugaðum vælkomnum inn á gólvið. Vit fara at greiða frá virksemi og framtíðarætlanum okkara, og hvussu vit kunnu samstarva við føroyskar sjófeingisfyritøkur og granskingarstovnar. Eisini verður høvið til eitt prát og ábit.

View Event →