Sjókovin bjóðar øllum áhugaðum á gátt, har greitt verður nærri frá nýstovnaða granskingargrunninum. Harumframt verður greitt frá nøkrum av teimum verkætlanum, ið longu eru ígongd, eins og greitt verður frá framtíðarætlanum.
Sjókovin, ið er ein óheftur, privatur, ikki-vinnurekandi grunnur, varð settur á stovn 30. mars í ár. Nýggi granskingargrunnurin, er settur á stovn fyri at strimbra burðardygga menning og nýskapan í føroyskum sjófeingisvinnum. Hetta verður gjørt, við at veita vitanartænastur umvegis gransking og luttøku í altjóða verkætlanum, til tess at bera nýggja vitan til Føroya og føroyska vitan út í heim.
Skrá
Vælkomin: Niels Winther, nevndarformaður
Sjókovin og Ocean Cluster Faroes: Endamál og virksemi, Unn Laksá, stjóri
Ávirkanin av Covid-19 á fiski-og alivinnuna: Tilgongd og fyribils niðurstøður, Sjókovin
Gagnnýtsla av hagtølum og vitan frá fiskiveiðu og gransking: Hjálmar Hátún, Havstovan og Sjókovin
Ábit og prát
Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á 558500 ella sjokovin@sjokovin.fo