Work with us

Altjóða lestrarstarv á Sjókovanum

Sjókovin søkir eftir lesandi til at arbeiða á skrivstovu okkara umleið 10 tímar um vikuna at byrja skjótast gjørligt.

Skrivstovan hjá Sjókovanum er í Leirvík.

Uppgávurnar verða m.a.:

  • At hjálpa til við fyrifallandi granskingaruppgávum í sambandi við verkætlanir hjá Sjókovanum

  • At menna heimasíðuna

  • Skriva tíðindaskriv og annað tilfar til heimasíðu og miðlar

Vit vænta:

  • At tú hevur áhuga fyri fiski- og alivinnu

  • At tú ert undir ella hevur hægri viðkomandi útbúgving (t.d. búskaparfrøði, stjórnmálafrøði, samfelagsfrøði, fiskivinnu, alivinnu, lívfrøði)

  • At tú dugir væl at orða teg á føroyskum og enskum.

  • At tú hevur góðar KT-førleikar

  • At tú kanst byrja sum skjótast

Vit bjóða tær:

  • Eitt spennandi og mennandi altjóða arbeiðspláss

  • At fáa royndir í einum altjóða granskingarumhvørvi við góðum samstarvi við vinnuligar fyritøkur

  • At verða partur av einum toymi við sterkum granskingarførleikum

  • Starvið er lønt eftir sáttmála við viðkomandi fakfelag

  • Arbeiðstíð og tal av tímum er eftir avtalu.

Áhugaði kunnu venda sær til Unn Laksá, stjóra, á +298 558500 ella á unn@sjokovin.fo